Innanlands

Skansabryggjan loksins yvirtikin

Arbeiðið, sum byrjaði í 2016 hevur kostað 535 milliónir krónur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-12-28 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á middegi í dag handaði J&K Petersen útbyggingina av Skansabryggjuni í í Havn til Tórshavnar havn.

Arbeiðið at útbyggja Skansabryggjuni byrjaði í 2016. J&K Petersen hevur verið høvuðsarbeiðstakari.

Arbeiðið hjá J&K Petersen fevndi um gerð av umleið 1.000 metrum av nýggjum brimgarði, spunskai, bryggjuøki og ymsum tekniskum installatiónum.

Við hesi útbyggingini hevur Tórshavnar havn fingið umleið 900 metrar av kajkanti við 15 metra dýpi. Bryggjuøkið á Skansabryggjuni er vaksið við umleið 95.000 fermetrum, soleiðis at tað í dag er umleið 157.000 fermetrar stórt.

Til arbeiðið eru farin umleið 3,4 milliónir rúmmetrar av gróti, ið eru førdir inn við grótbáti frá grótbrotinum á Glyvursnesi.

Samlaða játtanin til arbeiðið er 535 milliónir krónur, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. 

[object Object]
Frá vinstru Arnbjørn Kristiansen, verkfrøðingur, Tórshavnar havn, Kári Johansen, formaður í havnanevndini, Eyðfinn Lenvig, projektleiðari, J&K Petersen, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jan Odmarsson, byggileiðari, LBF, Sigtór A. Petersen, stjóri, J&K Petersen, og Bárður Michelsen, virkandi havnameistari (Mynd: Tórshavnar kommuna)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder