2019-01-08 13:33
Eitt harðskapsmál var um nýggjár, tá ilt kom millum tveir mans í einum balli.
Annar maðurin var 2. januar til grundlógaravhoyring, har hann varð skuldsettur fyri í einum føri at hava framt grovan harðskap, og fyri at hava roynt at fremja grovan harðskap.
Maðurin verður ákærdur fyri at hava skori hin í hondina. Maðurin, sum var fyri órættum, mátti á landssjúkrahúsið til skurðviðgerð.
Brotsmaðurin varð varðhaldsfongslaður til 16. Januar. Um varðhaldsfongslingin verður longd ella um dómurin tá er klárur er enn ikki greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald