Ein vika er farin, síðan býarrætturin í Malmø avgjørdi, at 22 ára gamli sviin, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri álopið á Skattestyrelsen, skuldi flytast til Danmarkar.
Maðurin hevur havt eina viku til at kæra avgerðina, men sambært DR hevur hann ikki gjørt tað, og tí kann hann nú flytast til Danmarkar, og tað verður hann innan fimm dagar.
Enn er ógreitt, hvat danska løgreglan fer at ákæra hann fyri, og hvørji prógv tey hava í málinum.
22 ára gamli sviin skal fyri ein dómara, tá hann kemur til Danmarkar, og fer løgreglan at krevja, at hann verður varðhaldsfongslaður.
Løgreglan hevur kannað bústaðin hjá manninum og lagt hald á eina teldu, fartelefonir, geymar, eina playstation, klæðir og skógvar, og alt varð handað donsku løgregluni.
22 ára gamli maðurin er svenskur ríkisborgari og hevur ikki verið revsaður áður.
Ein 23 ára gamal maður er eisini undir illgruna fyri at standa aftanfyri álopið, men honum hevur løgreglan enn ikki fingið fatur á. Løgreglan hevur eisini kannað heimið hjá honum og lagt hald á fleiri lutir. Løgreglan vil tó ikki siga, hvørjir lutir talan er um.
Les eisini: Skattestyrelsen: Tveir menn eru leyslatnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald