Uttanlands

Skattestyrelsen: Tveir menn eru leyslatnir

Ákæruvaldið í Malmö metti ikki, at orsøk var til, at seta teir báðir sviarnir ið vóru handtiknir í gjár í geglið

Roynt verður at fáa greiðu á hvør stóð aftanfyri spreingina í Skattestyrelsen tíðliga í mánaðinum (Mynd: Scanpix)

Roynt verður at fáa greiðu á hvør stóð aftanfyri spreingina í Skattestyrelsen tíðliga í mánaðinum (Mynd: Scanpix)

2019-08-23 13:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir báðir menninir ið vóru handtiknir í gjár í samband við spreingingina í Skattestyrelsen 6. august, eru nú leyslatnir aftur.

Blaðið Sydsvenskan skrivar, at ákærin metti ikki, at orsøk var til at fongsla menninar, ið eru 22 og 27 ár.

Ákæruvaldið í Malmö hevur ikki fleiri viðmerkingar, skrivar TV2.

Ein 22-ára gamal maður er í varðhaldi, og avgerð er tikin av einum dómara í Malmö, um at hann skal flytast til Keypmannahavnar.  Ein 23-ára gamla maður er eisini eftirlýstir málinum. Allir fýra eru sviar. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder