Í gjárkvøldið samtykti Runavíkar Kommuna sína fíggjarætlan fyri 2020 við fyrru viðgerð.
Seint í september samtykti býráðið fíggjarkarmin, har samtykt var, at áleið 52 milliónir skulu brúkast til íløgur komandi ár. Tað er nú greitt, at hetta talið verður 51,4 milliónir.
Les meira: Runavikar Kommuna: Íløgur fyri 52 milliónir í 2020
Greitt er nú eisini, at skatturin í Runavíkar Kommunu lækkar eitt fjórðingsprosent. Hann er í løtuni 21,75 prosent og verður í 2020 22 prosent. Barnafrádrátturin verður tann sami: 8.000 krónur.
Raksturin hjá kommununi kostar 161,4 milliónir, og 10,2 milliónir krónur verða goldnar av verandi skuld.
Les og sí meira um fíggjarætlanini her
Onnur viðgerð av fíggjarætlanini verður 28. november.
Runavíkar Kommunu fevnir um 15 bygdir, har tað búgva 4.125 fólk
Keldur: Runavíkar Kommuna og KVF
Les eisini:
Børn og ungdómar í Runavíkar Kommunu faá ognarkort
Sáttmáli um 27 grundstykkir á Skála undirskrivaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald