Innanlands

Skeldarí á sosialu miðlunum endaði við harðskapi

Ilt kom í millum tveir mans, tá teir hittust í Klaksvík í gjárkvøldið

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-06-19 08:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt harðskapsmál varð í Klaksvík í gjárkvøldið, har tveir mans endaðu í hornatkum úti á gøtuni.

Løgreglan fekk fráboðan beint fyri klokkan 21 í gjárkvøldið um at tveir mans høvdu verið í hornatøkum.

Menninir høvdu skeldast um eitthvørt á sosialu miðlunum, og tá hesir síðani tilvildarliga hittust á gøtuni í Klaksvík kom ilt í millum menninar. Tann eini maðurin fekk ein minni skaða í tilburðinum.

Ein maður varð skuldsettur í samband við tilburðin og skal í rættin. Eitt vitni var til tilburðin.

Rættað: 22.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder