Tá stóra ferðamannaskipið Ventura legði at bryggju í høvuðsstaðnum í morgun øktiskt Co2 útlátið hjá Føroyum við átta prosentum.
Tað visti útvarpið í kvøld, sum hevði tosað við Benadikt Joensen, sum er námslektari í orkuverkfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Hann er skelkaður av hvussu illa eitt slíkt skip dálkar.
- Eg varð yviraskaður av at nýtslan er so stór hjá hesum skipinum. Ferðavinnan er góð í nógvar aðrar mátar, men hon er altso ikki góð fyri Co2 útlátið. Tær einstøku pumpurnar gera ikki stóran mun í mun til hetta her.
Útlátið hjá 290 metrar langa og 116.000 bruttotons skipinum er 9,6 um tíman meðan tað liggur við kei. Umborð eru sløk 4200 fólk.
Um samanborið verður við alt Føroyar, so brúka føroyingar umleið 119 tons um tíman av co2. Tað vil siga, at Ventura letur út 8 prosent av samlaðu nýtsluni hjá Føroyum, upplýsti Benadikt Joensen.
Meðan skipið siglir, er útlátið 35 tons av Co2 um tíman - umleið fýra ferðir so nógv sum tá skipið liggur stilt. Altso tríggjar ferðir so nógv, sum allir bilarnir í Føroyum tilsamans, og umleið ein fjórðing av samlaða útlátinum, tað føroyska samfelagið hevur, segði námslekarin við Kringvarpið.
Ventura er av størstu skipunum, sum hava verið í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald