Innanlands

Skiftandi veður næstu dagarnar

Hósdagur og leygardagur síggja út til at gerast teir dagarnir har størst møguleiki er fyri sól, um forsagnirnar annars fara at halda

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2023-04-11 15:02 Author image
Veðurstova Føroya
placeholder

Meðan páskavikan byrjaði og endaði, við at frontar við regnið fóru fram við okkum, so var páskavikan merkt av veikari veðurskipanum sum góðu okkum tíðarbil við sól, men tó eisini regni og skýggjum.

Hvussu fer veðrið so at hátta sær hesa fyrstu vikuna eftir páskir? Sum teg flestu løgdu merki til, so fóru vit hendan týsmorgun út í morgunferðsluna í sólskini, við lítið av vindi og við temperaturum ið longu vóru komnir upp á 7-8 stig á fleiri støðum. Fronturin ið gav samregn á 2. Páskadegi er nú farin framvið, og vit liggja á baksíðuni í einum mildum luftráki av útsynningi. Friðurin fer tó ikki at halda á, tí eitt lágtrýst flytur seg í nátt inn yvir Skotland av útsynningi, og mikudagin fara frontar við regni at koma okkara veg. Av tí at vit liggja á norðursíðuni av lágtrýstinum, so sleppa vit undan tí sterkara vindinum sum oftani liggur á suðursíðuni á lágtrýstunum. Hesin vindurin rakar hesaferð Bretsku oyggjarnar, har vindmegin økist til strúkur í vindi av vestri við sterkum hvirlum.

[object Object]
Windy d.11.apr kl 09: Bert smáskýggja yvir Føroyum. Norðanfyri sæst regnøkið, ið fór fram við okkum mánadagin, og í teimum tøttu skíggjunum móti útsynningi liggur lágtrýsti, ið er á veg móti Skotlandi, og sum fer at geva okkum mikudagsveðrið.

Teir komandi dagarnar fer veðrið í Føroyum at verða skiftandi, sum tað plagar, og verða merkt av frontum við regni sum fara fram við okkum av útnyrðingi, eftir hesar klárnar og er turt við tíðarskeiðum við sól. Serliga hósdagur og leygardagur síggja út til at gerast teir dagarnir har størst møguleiki er fyri sól, um forsagnirnar annars fara at halda.

5 daga forsøgnin er at finna á vedur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder