Innanlands

Skiftið til LED-ljós hevur eydnast væl

Orkunýtslan í Vágs kommunu er lækkað nógv eftir at gøtuljósini eru skift til LED-ljós

2019-03-05 11:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at skifta gøtuljósini í Vágs kommunu til LED-ljós og eru samstundis eisini nýggir lyktapelar settir upp, har tørvur hevur verið á tí. 

Skiftið til LED sæst eisini aftur á orkunýtsluni hjá Vágs kommunu til gøtuljós. Ár um ár er orkunýtslan til gøtuljós minkað. Frá 2013, tá nýtslan var hægst í tíðarskeiðinum frá 2012 til 2018, er orkunýtslan minkað við 13%. Í 2013 vórðu brúktir 170.528 KWT til gøtuljós, meðan talið í 2018 var komið niður á 147.543 KWT.

Dennis Holm, borgarstjóri, sigur, at Vágs kommuna seinastu árini hevur arbeitt miðvíst við at gera Vágs kommunu grønari, eisini á orku-økinum, og ein liður í hesum er at skifta vanligu gøtuljósini við orkusparandi LED ljósini.

Alt bendir á, at orkunýtslan til gøtuljós eisini ferð at minkað í 2019, tí í 2019 verður hildið áfram við at skifta gøtuljós til LED ljós. Higartil eru at kalla øll gøtuljós sunnanfyri Vágsveg/Eiðisveg (einstøku undantøk eru) skifti til LED, skrivar kommunan á heimasíðuni.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder