2024-09-07 15:49
Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um stuldur frá skeinkistaðnum Glitnir í Havn.
Boðað var frá, at tveir ungir mans vóru farnir av stað við einum av skilaveggunum, sum hevði staðið millum borðini.
Hetta hendi stutt undan afturlatingartíð.
Vakmyndatól eru á staðnum, so tær upptøkurnar verða kannaðar, og so verður helst funnið fram til, hvørjir tjóvarnir eru, og hvar veggurin er endaður, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald