Mentan

Skipa aftur fyri Undurfagra mai í Vágum

Mánaðurin er ein innbjóðing til bæði borgarar og vitjandi um at luttaka í fjølbroyttum og innihaldsríkum upplivingum kring alla kommununa, skrivar Vága kommuna

2025-04-13 20:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár skipar Vága kommuna fyri Undurfagra mai – einum heilum mánaði við tiltøkum, sum varpa ljós á mentan, náttúru og felagsskap.

Mánaðurin er ein innbjóðing til bæði borgarar og vitjandi um at luttaka í fjølbroyttum og innihaldsríkum upplivingum kring alla kommununa, skrivar Vága kommuna í tíðindaskrivi.

– Íblásturin til heitið og sjálvt innihaldið í mánaðinum kemur frá várliga og vakra sanginum Mai eftir Tummas N. Djurhuus, sum Lív Dam sang í 1989. Fyrsta linjan í sanginum – "Áh, tú undurfagri mai" – lýsir væl tann stemningin, sum Vága kommuna ynskir at skapa við hesum átakinum.

– Vit kunnu gleða okkum til ein spennandi mánað við einari rúgvu av tiltøkum, ið varpa ljós á náttúru, umhvørvi og mentan í Vága kommunu. Fleiri av teimum væleydnaðu og fjølbroyttu tiltøkunum frá Undurfagra mai í fjør ganga aftur í skránni fyri Undurfagra mai 2025. Tað merkir, at borgarar aftur í ár kunnu gleða seg til mentanarlig tiltøk, sum fevna um ymiskt – bæði til børn, ung og vaksin.

Tiltøkini fyri Undurfagra mai verða kunngjørd á Facebook og Instagram, og samlaða skráin verður løgd út á www.vaga.fo, tá hon er klár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder