
Mikukvøldið 15. mars skipa grannaløgini í miðbýnum í Havn fyri almennum fundi um býarskipan og nærdemokrati í sambandi við heildrætlanina "Urtagarðsbýurin", sum er seinasta uppskot frá Tórshavnar kommunu til broytingar í miðbýnum fyri at skapa meiri lív í.
Grannaløgini skriva soleiðis í tíðindaskrivi:
Tórshavnar Kommuna leggur upp til Urtagarðsbýin, men er tað har nærdemokratiið blómar? Grannaløgini í miðbýnum ivast stórliga og skipa tí aftur fyri almennum fundi um býarskipan og nærdemokrati. Vil tú sum borgari í Tórshavnar Kommunu taka lut í hesum, er tú vælkomin oman í Reinsaríið í Havn mikukvøldið 15. mars kl. 20.
Á skránni er:
- Michael Jacobæus hevur framløgu um “Lív í miðbýnum – nýggj ætlan fyri miðbýin”.
- Elin Hentze tosar um hvat er gott fyri ferðavinnuna.
- Elin Brimheim Heinesen fer at tosa um gentrifisering, sum hendir, tá áhugin fyri einum íbúðarøkið, sum íbúgvar hava gjørt sermerkt, veksur og spekulatión kemur uppí.
- Áhugafelagið “Havnar hugni” verður endurstovnað.
- Orðið er frítt millum tey, sum møta á fundinum.
Grannar við Tinghúsvegin,
á Reyni,
úti í Rættará,
miðbýurin fyri vestan
og við Havnará
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald