
Í kvøld frá klokkan 20.30 til 21.30 er heimsumfatandi tiltakið Earth Hour á skránni. Í hesum sambandi verður skipað fyri fleiri tiltøkum á Tvøroyri.
Tvøroyrar kommuna sløkkir gøtuljósini hendan tíman, og eisini verður skipað fyri gongutúri, ið byrjar og endar við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn, ið eisini er opið hesa løtuna.
Chris Jan Michelsen er frásøgumaður á túrinum, ið fyrst og fremst gongur fyri seg í miðbýnum. Chris Jan er søgufróður maður og veit nógv um ymisku býlingarnar og húsini á Tvøroyri, skrivar kommunan.
– Tað er eitt gott hugskot at hava eina lítla lummalykt við. Heitt verður eisini á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum og at nýta endurskin – túrurin er ókeypis. Møtið eitt sindur áðrenn kl. 20:30.
Meðan Earth Hour er, verður m.a. eisini skipað fyri aftankvirru í Tvøroyrar kirkju, og eisini hava Glasstovan og Tvøroyrar bygda- og sjóvinnusavn opið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald