
Hósdagin 24. juli klokkan 18 verður skipað fyri friðargongu í Havn.
Friðargongan byrjar á Vaglinum, uttanfyri Løgtingshúsið, haðani gingið verður út í Tinganes, og umvegis Amtmansborgina, niðan aftur á Vaglið.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Zaid Al-Jay, ið er ættaður úr Irak, siga nøkur orð og Elin Brimheim Heinesen syngur nakrar sangir.
24. juli í fjør varð eisini skipað fyri friðargongu, og síðan tá eru kríggini bara økt í vavi, har enn fleiri ósek menniskju – børn, kvinnur og menn, sivil og herfólk – hava latið lív, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
– Friðargongan hevur enn sum áður til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing. Samtíðis er endamálið, at varpa ljós á polariseringina millum fólkasløg og samfelagsbólkar, ið tíverri sær út til at økjast við fígginda- heldur enn vinamyndum.
– Kríggj kunnu elva til Fólkamorð, sum Holocaust dagurin á hvørjum ári minnir okkum á ikki má henda aftur. Í Friðargonguni vilja vit í felag, og í friði, vísa samkenslu við teimum líðandi í Ukraina, Palestina, Ísrael og øðrum londum, har yvirgangur og kríggj herja. Samtíðis vilja vit í friðargonguni gera løgting, landsstýri og donsku stjórnina varug við týdningin, at tey meira virksamt enn higartil stuðla vápnahvíld og friðartilgongdum í krígsraktu londunum, verður m.a. sagt í tíðindaskrivinum.
– Við vón um góða undirtøku í sambandi við Friðargonguna 24. juli, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu hvør einstakur hevur til viðurskiftini í Ukraina og Miðeystri; men at vit við Friðargonguni, í felag – og hóast ymisk sjónarmið - vísa á týdningin, at fólkini í Ukraina, Ísrael og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj.
Sambært fyriskiparunum eru fólk vælkomin at hava ljós og fløgg við til tiltakið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald