2018-10-19 15:32
Leygardagin 20. oktober ber til at fáa ein frískligan túr í Suðuroynni, tá ið fólkini handan Hvistuna og Føroya Sunnasta 1/2marathon skipa fyri túri.
Ætlanin við tiltakinum er at fáa fólk at njóta seinasta partin av heystfrítíðini við einum túri - og túrurin verður í morgin úr Akrabyrgi, siga fyriskipararnir.
- Flott og vakra økið í og kring Akraberg er sera stórsligið. Túrurin byrjar kl. 12.00 frá vitanum í Akrabyrgi, har gongufólk og rennarar fara frá. Súkklarar byrja uppi á vegnum.
Teinurin í morgin er 3 km til 13 km, tí ein kann sjálvur velja, um ein steðgar í Sumba, Lopra, á Økrum ella í Vági.
Tað er Rørslufelagið Hvistan og Føroya Sunnasta 1/2marathon, ið skipa fyri túrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald