Mentan

Skipa fyri samkirkjudøgum í Vágum

Talan er um eitt nýtt tvørkirkjuligt tiltak, sum Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð skipa fyri 26. til 29. mai

(Mynd: Hilmar Jan Hansen/folkakirkjan.fo)

(Mynd: Hilmar Jan Hansen/folkakirkjan.fo)

2022-04-24 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágaprestarnir, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, skipa í døgunum 26. til 29. mai fyri einum nýggjum og tvørkirkjuligum tiltaki, tær rópa Samkirkjudagar.

Fyrimyndin fyri tiltakið er Himmelske Dage, sum hevur verið í Danmark triðjahvørt ár síðan 1960ini, og sum tær báðar luttóku á í mai 2019, tá tað var í Herning.

Seinastu árini hava Inga og Marjun arbeitt miðvíst við at fáa Samkirkjudagarnar klárar, so teir kunnu vera í ár á fyrsta sinni.

– Vit hava festivalar av øllum handa slagi, so hví ikki eisini hava nakrar dagar, har vit upp á ein spennandi og breiðan hátt vísa kristindómin, sigur Marjun í Kálvalíð sambært heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.

Inga og Marjun ætlaðu at skipa fyri teimum fyrstu Samkirkjudøgunum í 2020, tá tær ætlaðu at hava tiltakið í tveir dagar, so byrjanin ikki skuldi verða ov ógvuslig, men orsakað av koronu bar hetta ikki til, og árið eftir var sama skil. Men nú verður tað so í Vágum.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder