Mentan

Skipa fyri spurnarkapping á Kahoot! um føroyskt mál

Málráðið skipar saman við "Føroyar lesa" fyri spurningarkappingini, sum verður fyri skúlanæmingum á hádeild klokkan 11, og fyri almenninginum klokkan 12

2022-03-25 08:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvussu væl kennir tú títt móðurmál? Í dag móðurmálsdagur, og í tí sambandi skipar Málráðið saman við Føroyar lesa fyri spurnarkapping á Kahoot! um føroyskt orðfeingi, rættstaving og bókmentasøgu.

Kappingin verður skipað í tveimum. Tann fyrra verður tøk klokkan 11 fyri skúlanæmingar í hádeild. Seinna kappingin verður tøk fyri almenninginum klokkan 12.

Soleiðis gert tú:

- tak appina Kahoot! niður á telefonina, um tit ikki nýta teldu.

- fríggjadagin 25. mars fara tit inn á facebooksíðuna hjá Føroyar lesa, har tit finna kotuna fyri at luttaka

- skriva kotuna í appina undir pinkotu

- skriva títt fullfíggjaða navn

- so er klárt at spæla.

Vinnarin sær á sínum skíggja, um hann/hon hevur vunnið. Næmingurin skal vísa læraranum boðini um, at viðkomandi hevur vunnið, og lærarin boðar Føroyar lesa frá á:

samband@føroyarlesa.fo ella á telefon: 555183.

Vinnararnir av kappingini kunnu gleða seg til bókapakkar frá Sprotanum, Eksil og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder