
Manning frá ísraelska herflotanum fór í gjárkvøldið umborð á fleiri skip og bátar, ið vóru partur av einum neyðhjálpsskipaflota á veg móti Gaza.
Tað skrivar stigtakarin til skipafylgið kallað Global Sumud Flotilla, á Instagram.
Boðini komu stutt eftir at flotin upplýstið, at tey vóru kringsett av skipum frá ísraelska herflotanum, skrivar AFP tíðindastovan.
Millum fólkini umborð á skipunum var svenski aktivisturin, Greta Thunberg. Skipaflotin var staddur í Miðjarðarhavinum, norðan fyri Egyptaland.
Talan var um eitt skipafylgi, sum hevur neyðhjálp umborð, ætlað til fólkið í krígsherjaða Gazageiranum.
Nøkur av skipunum í flotafylginum avmyndað í Tunesia áðrenn fráferð (Mynd: EPA)
Ísraelski herflotin ávaraði fyrr í gjárkvøldið flotan um at broyta kós. Hesum boðaði ísraelska uttanríkisráðið frá, sambært Reuters.
Stutt eftir klokkan 21 skrivaði ísraelski uttanríkisráðharrin á X, at fleiri skip vórðu støðgað, og at fólkini umborð skuldu flytast til ísraelska havn.
Í dagføringini var eisini eitt filmsbrot, har Greta Thunberg sást sitandi á landjørðini við nøkrum, sum líktiskt ísraelskum hermonnum rundan um seg.
- Greta og vinfólk hennara hava tað gott og eru í trygd, skrivaði uttanríkisráðið.
Ísrael hevur ikki sett tal á hvussu nógv fólk eru tikin av skipunum. Tað er eisini ógreitt júst hvagar fólkini eru flutt.
Global Sumud Flotilla hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini um at fólkini umborð eru flutt í ísraelska havn. Felagsskapurin sigur tó, sambært Reuters, at ongin hevur fingið skaða.
Ísraelski herflotin segði fyrr í gjárkvøldið, at skipaflotin nærkaðist einum virknum stríðsøki, og at tað kann vera ólógligt at bróta ein “lógligan stongsil á sjónum”.
Nøkur lond hava mótmælt ísraelsku íblandingina í neyðhjálpartiltakið.
Eitt nú sigur turkiska uttanríkisráðið, sambært AFP, at talan var um eitt álop í altjóða sjógvi.
- Hetta er ein yvirgangsatsókn. Talan er um álvarsligt brot á altjóða lóg, sum hevur sett sivil mannalív í stóran vanda, ljóða boðini úr Turkalandi.
Hernaðarliga Hamas rørslan kallar hendingina fyri sjórænaravirksemi og yvirgang móti sivilfólki á sjónum.
Umleið 500 fólk – teirra millum politikarar, advokatar og aktivistar – eru við umborð á skipunum, sum eru lastað við mati og heilivági.
Og hetta er ikki einasta skipafylgið, sum er á veg móti Gaza við neyðhjálp, skrivar Ritzau.
Í fleiri evropeiskum býum hava Palestina-stuðlar savnast á gøtunum fyri at mótmæla ísraelsku íblandingini og fyri at stuðla Palestina og átakinum at sigla til Gaza við neyðhjálp.
Greta Thunberg var umborð á einum báti í stóra fylginum við neyðhjálp til Gaza (Mynd av X)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald