Uttanlands

Skipari kannaður í sambandi við skipsvanlukku í Italia

51 ára gamli James Cutfield, sum var skipari á játtini, sum sakk mánadagin í farnu viku, er ikki skuldsettur fyri nakað, men sambært ákærum verða allir møguleikar kannaðir

Játtin

Játtin "Bayesian" sakk mánadagin 19. august (Mynd: EPA)

2024-08-26 13:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

James Cutfield, skiparin á játtini, sum í farnu viku sakk út fyri Italia, verður kannaður í sambandi við vanlukkuna.

Tað skriva italskir miðlar sambært Ritzau.

Játtin sakk tíðliga mánamorgunin 19. august, stutt eftir, at hon varð rakt av einari meldurhvirlu.

Skiparin er ikki skuldsettur í málinum, men sambært italskum ákærum verða allir møguleikar kannaðir, m.a. um skiparin kann skuldsetast fyri óviljað manndráp.

Cutfield er 51 ára gamal og úr Nýsælandi. Sunnudagin varð hann avhoyrdur fyri aðru ferð. Avhoyringin vardi í tveir tímar.

Ein annar av manningini, sum yvirlivdi vanlukkuna, og sum var á vakt, tá illveðrið rakti, verður møguliga eisini kannaður.

22 fólk vóru umborð á játtini, og sjey teirra lótu lív. Millum tey, sum lótu lív vóru bretski milliardingurin Mike Lynch og 18 ára gamla dóttir hansara, Hannah Lynch.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder