Daniel Binyon fekk 20. juli 157.000 krónur í sekt fyri lógarbrot, sum hann framdi sum skipari á skipinum hjá Paul Watson, John Paul de Joria.
Men hann er ikki nøgdur við dómin, og hevur skotið dómin inn fyri Landsrættin, veit Kringvarpið í dag.
Tað gongur kortini eina løta áðrenn málið kemur fyri. Ikki fyrr enn 21. august næsta ár fer Eystari landsrættur at viðgera dómin.
Býrætturin dømdi millum annað skiparan sekan at fara inn um 12 fjórðinga markið.
Les eisini: Ivasamt hvør er skipari á John Paul de Joria
Les eisini: Paul Watson er á manningarlistanum - sum fjølmiðlafólk
Les eisini: Skiparin fær 157.000 krónur í sekt
Paul Watson og Daniel Binyon
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald