Í seinastu viku upplivdu fleiri borgarar í Vestmanna ein óvanligan larm frá havnarlagnum. Talan var um ein russiskan trolara, ið lá við bryggu í samband við eina roynd viðvíkjandi umskiping.
Les meira:
Larmur í Vestmanna: Russiskur trolari ávirkar trivnaðin
Kenna seg hjálparleys og vónsvikin
Tað gjørdist tó skjótt greitt, at MV Artica var til ampa, og tí varð avgjørt at gera ljóðmátingar. Tær vórðu gjørdar 29. apríl frá klokkan 01 til 02 og vístu at trolarin gav ov nógv óljóð frá sær - mátaða db var í fleri økjum væl oman fyri hámarkið
Sí úrslitini í talvu her
Vestmanna kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at saman við havnarumsjónarmanninum er bygdaráðið komið fram til, at hetta skipið gevur alt ov nógvan larm frá sær, og tí fær hetta skipið ikki loyvi at koma á Vestmanna aftur - tað fáa onnur líknandi skip heldur ikki. Partarnir høvdu annars roynt at funnið eina loysn víðvíkjandi MV Artica, men noyddust at ásanna, at at trolarin gav ov nógvan larm frá sær.
Ynskið er tó framvegis at fáa væl meira virksemi á havnaøkinum í framtíðini. Tó skulu møguligar vaksandi inntøkur ganga hond í hand við borgararnir og trivnaðin í bygdini, ynskja Vestmanna kommuna og havnarumsjónarmaðurin - skip sum koma inn skulu halda seg innan fyri lógarásettu karmarnar fyri m.a. larm og dálking, so at økta virksemið ikki gongur útyvir trivnaðin hjá borgarunum, skrivar kommunan.
Heimafriður, ið orðaði eitt tíðindaskriv um støðuna í farnu viku, hevur í nýggjum tíðindaskrivið róst bygdarráðnum í Vestmanna fyri at taka eina skjóta og góða avgerð um støðuna.
Les eisini: Fyrimyndarlig handfaring av larmi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald