Innanlands

Skjóta ígjøgnum í morgin

Heðin Mortensen trýstir á knøttin

2019-06-06 12:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í annaðkvøld kl. 18 verður alment hátíðarhald í Havn í sambandi við, at síðsta skot í Eysturoyartunlinum verður latið av.

Hátíðarhaldið verður í ítróttarhøllini á Hálsi, har møguleiki verður at fylgja við á stórskíggja, tá seinasta skotið verður latið av. Skotið verður latið av 5.274 metrar inn í Eysturoyartunlinum, Hvítanes megin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, so í staðin er tiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi, skrivar Samferðslumálaráðið í tíðindaskrivi.

Á hátíðarhaldinum fer Bergur Poulsen, nevndarformaður í Pf. Eystur- og Sandoyartunlar at bjóða vælkomin. Síðan fer Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum og Niklas Foldbo, ein av verksetarunum av Eysturoyartunlinum at halda røðu.

Tað verður Heðin Mortensen, sum trýstir á knøttin til seinasta skotið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder