Nú fer skjótt at bera til at klaga til leigunevndina um ov høgan leiguprís.
Ein broyting í leigulógini, sum varð samtykt í løgtinginum í vikuni, ger, at leigunevndin kann blanda seg uppí leiguprísirnr.
Sambært broytingini kann ein leigari, ið heldur húsaleiguna vera ov høga, klaga til leigunevndina. Síðani kann leigunevndin, er hon samd við leigaran, krevja, at leigan verður lækkað.
Tingfólkini, sum tóku undir við hesum, søgdu, at hetta var fyri at verja leigarar móti ov høgari leigu í eini tíð, tá trýstið á bústaðarmarknaðin er stórt.
Men tey, sum atkvøddu ímóti broytingini, vístu á, at hetta er at gera seg inn á marknaðin, og at tað ikki eigur at vera uppgávan hjá leigunevndini at blanda seg upp í kostnaðin av einum leigumáli, tí tað er marknaðurin, sum ásetir hann.
Bústaðir, sum var hoyringspartur, sigur seg undrast á nýggju ásetingina. Bústaðir vísir á, sambært Kringvarpinum, at leigunevndin longu nú hevur heimild til eitt nú at viðgera kærur um hækkingar í leigu, men at henda broytingin í lógini fer enn longur.
Bústaðir óttast, um at ótryggleiki fer at stinga seg upp um prísleguna, sum ein kann leiga út fyri, og at tað kann avmarka hugin hjá íleggjarinum at gera íløgur í leigubústaðir.
- Um tað ikki er vist, at teir kunnu avtala eina húsaleigu, sum ger at teir fáa dekka sínar útreiðslur og ein ávísan forrenting, so verður íløgan møguliga ikki gjørd, sigur Bústaðir í hoyringarsvarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald