Mentan

Skjótt fer iTunes í søguna

Í staðin kemur Apple við einari røð av nýggjum tænastum til ávikavíst tónleik, filmar og podcasts

2019-06-01 20:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Áðrenn iTunes var neyðugt at fara ein túr til handils at keypa ta fløguna, tú vildi hava, og tá nýttist tær at keypa alla fløguna, eisini hóast tú bert var áhugaður í einum ella tveimum løgum á útgávuni. Soleiðis er ikki longur.

Í dag ber til at keypa nýggjasta hittlagið beinanvegin við einum klikki og fyri heilt fáar krónur.

Tónleikur, filmar, sjónvarpsrøðir, ljóðbøkur og podcasts er alt at finna á einum staði. Men hetta verður nú broytt.

Vælumtókta tænastan, iTunes, sum broytti, hvussu fólk lurta eftir tónleiki, fer skjótt í søguna eftir næstan 20 ár.

Sambært miðlinum Bloomberg, fer Apple at koma við nýggjum tænastum til ávikavíst tónleik, filmar og sjónbond, og podcasts í staðin fyri.

Hetta, umframt aðrar broytingar, verður væntandi almannakunngjørt á árligu ráðstevnuni Worldwide Developers Conference í Kalifornia mánadagin.

Um iTunes

iTunes byrjaði í 2001 sum ein tænasta, ið loyvdi Apple-brúkarum at goyma allan sín tónleik á einum staði. Í 2003 gjørdist hendan tænastan eisini tøk hjá Windows-brúkarum, og tá bleiv eisini møguligt at keypa og taka tónleik niður gjøgnum iTunes Store, ið tá nevndist iTunes Music Store.

Fyrstu 18 tímarnar vórðu uml. 275.000 løg seld, og aftaná fimm dagar høvdu brúkarar keypt meira enn eina mió. løg umvegis iTunes Music Store. 

Í dag ber bæði til at keypa tónleik, filmar, sjónvarpsrøðir og ljóðbøkur umvegis hesa tænastuna.

[object Object]Búmerki hjá iTunes gjøgnum árini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder