Innanlands

Skjótt klárir við bíligari telefonhaldi

Telefelagið Tosa er nærum komið undir land við sínum ætlanum

Tummas við Skipá (t.v.) og Tróndur Hentze Sørensen, tveir av monnunum handan nýggja telefelagið Tosa (Mynd: Ditte Mathilda Joensen)

Tummas við Skipá (t.v.) og Tróndur Hentze Sørensen, tveir av monnunum handan nýggja telefelagið Tosa (Mynd: Ditte Mathilda Joensen)

2019-01-31 18:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú skjótt trý ár farin síðan tað frættist um eitt triðja felag, sum ætlaði sær at bjóða føroyingum fartelefonhald í kapping við núverandi veitararnar, Føroya Tele og Hey.

Talan er um felagið Tosa, sum ætlar at bjóða føroyingum nógv bíligari telefonhald.

Stigtakari til Tosa er Tummas við Skipá. Um orsøkina til at leggja seg út í kapping við verandi veitararnar á telemarknaðinum sigur Tummas:

- Tá eg las uttanlands gjørdist eg ovfarin hvørja ferð eg kom heim til Føroya, og staðfesti hvussu kostnaðarmikið tað er at stovna sær eitt telefonhald. Eg eri vanur við alternativum møguleikum, eitt nú í Danmark, men onki slíkt var í Føroyum.

Síðan hevur Tummas við Skipá arbeitt miðvíst við ætlanini um at bjóða føroyingum bíligari telefonhald.

Inn á verandi net
Avbjóðingin hjá Tummasi og Tosa hevur verið at sleppa inn á verandi net og bjóða eigarunum av netinum bíligari hald, enn teir sjálvir kunnu veita.

Málið hevur verið og vent hjá Fjarskiftiseftirlitinum.

- Fyrstu tilboðini vit fingu vóru so láturlig, at vit ikki kundu gera annað enn at kæra til Fjarskiftiseftirlitið, sum gav okkum viðhald, greiðir Tummas við Skipá frá.

Tosa hevur nú í eina tíð verið í samráðingum við báðar veitararnar, og útlitini til at fáa eina skilagóða avtalu í lag eru nú somikið bjørt, at felagið nú fer út at leita eftir íleggjarum.

- Vit vilja fegin hava, at Tosa verður eitt føroyskt felag burturav. Tí fara vit nú út at leita eftir íleggjarum – bæði stórum og smáum. Møguleiki verður at investera niður í 1.000 krónur í felagið. Ongantíð betur um so nógvir føroyingar sum møguligt valdu at seta pengar í felagið, sigur stigtakarin.

Vónandi í gongd í summar
Samstundis sum leitað verður eftir íleggjarum, verður nú eisini møguleiki longu nú at tekna seg sum áhugaðan kunda hjá Tosa. Í morgin letur nýggj heimasíða upp, og har verður møguleiki at tekna seg sum kunda ella íleggjara.

- Tey, sum tekna seg sum kunda hjá okkum longu nú, fáa nakrar fyrimunir og avsláttur tá vit einaferð fara í gongd, sigur Tummas við Skipá.

Vónin hjá honum er at koma ígongd kanska í summar.

- Fyrsta málið hjá okkum er at finna fígging, so vit kunnu fara út og keypa ta útgerð, sum er neyðug fyri at koma í gongd. So er ætlanin at koma ásamt um eina avtalu við annan av føroysku veitarunum.

- Tá ein slík avtala er komin upp á pláss, rokni eg við, at tað fer at ganga tríggir mánaðir, so eru vit ígongd.

Burtur við óneyðugum útreiðslum
Hugskotið við konseptinum hjá Tosa er at skera allar óneyðugar útreiðslur burtur fyri á tann hátt gera haldið so bíligt sum gjørligt. Við at leiga seg inn á verandi net og ikki eiga tað sjálvur, ber til at halda prísin niðri, sum tann einstaki kundin skal rinda fyri sítt telefonhald.

Fyribils eru teir tríggir, sum arbeiða við Tosa-verkætlanini. Sjálvur er Tummas við Skipá útbúgvin sivilverkfrøðingur. Afturat sær hevur hann Trónd Hentze Sørensen, hvørs sergrein er tøl og roknskapur og við royndum hjá Kall/Vodafone og so Kurt Samson, sum í 15 ár hevur arbeitt á danska telemarknaðinum í feløgunum CBB og TeleNor. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder