Innanlands

Skjótt koyrandi aftur á Strandavegnum

Væntandi verður koyrandi aftur um tvær vikur

Mynd: Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

2019-05-03 19:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú líður væl við arbeiðnum rundan um rundkoyringina á Strandavegnum. Í seinnu helvt av næstu viku verður farið undir at asfaltera, og tá asfalterings-arbeiðið er liðugt, verður Strandavegurin opnaður aftur fyri allari ferðslu. Fyribils verður væntað, at eftirverandi arbeiðið verður liðugt um góðar tvær vikur, skrvar Sjóvar kommuna.

Næstu tvær vikurnar kemur ferðslan tí framhaldandi at koyra soleiðis, at lætta ferðslan koyrir eftir Sjóvarvegnum, og tunga ferðslan koyrir eftir Strandavegnum.

Sjóvar kommuna heita framvegis á bilførarar um at vera ansnir í ferðsluni, bæði á landsvegnum, har arbeitt verður, og á bygdavegunum, har ferðslan er størri enn vanligt.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder