Uttanlands

Skógareldurin var ásettur

Ministari fyri borgaravernd sigur, at skógareldurin í Grikkalandi var ásettur

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-27 12:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

80 fólk hava latið lív í skógareldi, sum herjar beint uttanfyri Athen, høvuðsstaðnum í Grikkalandi. Nú sigur Nikos Toskas, ministarin fyri borgaravernd, at sterk tekin eru um, at skógareldurin var ásettur.

Løgreglan segði fyri Reuters mikudagin, at hon kannar hvussu tríggir eldar kundi koma fyri á trimum ymiskum støðum á somu tíð.

300 brandmenn og sjálvboðin leita í løtuni eftir fólki, sum hava latið lív í økinum. Deyðatalið fer væntandi at hækka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder