Skógurin hjá fittligu bamsuni Palla Pumm er herjaður av ógvusligum eldi.
Sunnudagin og fram til seinnapartin í gjár herjaði eldurin í ensku skógini Ashdown Forest. Hesin skógurin var íblásturin til klassisku barnabøkurnar hjá Alan Alexander Milne um Palla Pumm, Purkil og hinar íbúgvarnar í Hundrað metra Skóginum.
Milne skrivaði bøkurnar um Palla Pumm í 1920’unum, tá hann búði í einum øki nærhendis skógin.
Her gekk hann túrar við soni sínum, sum ber sama navn sum høvuðspersónurin í bókunum.
- Skógurin hjá Pumm og Ashdown-skógurin eru teir somu, hevur sonurin Christopher Robin Milne greitt frá. Í føroyskaru týðingini hjá Gunnari Hoydal, eitur drongurin Kristoffur Rói.
Nógv túsund fólk hava á hvørjum árið vitjað Ashdown-skógin fyri eitt nú at síggja víðagitnu brúnna, sum bæði er filmað og avmyndað av E. H. Shepard í bókunum.
Enn er orsøkin til eldsbrunan ikki kend, og myndugleikarnir í East Sussex hava heldur ikki fingið nakrar ábendingar um, at eldurin skuldi verið ásettur.
Palli Pumm og vinir hansara við brúnna í Hundrað metra Skóginum
Soleiðis sær brúgvin út í veruleikanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald