2026-03-25 18:32
Í dag eru fólk hjá Skopunar kommunu úti og festa vegabungur á vegirnar í bygdini.
Í fyrstu atløgu, verða bungur lagdar á Skúlavegin, Garðavegin, Tunguvegin og á Ognarvegin. Hetta er ein liður í at gera tað tryggari hjá øllum, sum ferðast, bæði til gongu og í ferðsluni, í Skopun, skrivar kommunan.
Fyrr í ár komu skeltir upp, sum vísa á, at tað einans er loyvt at koyra 30 kilometrar um tíman inni í bygdini. Á einum strekki á Tormansvegnum er tó loyvt at koyra 50 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald