Innanlands

Skótaárið hjá KFUM skótunum endar í dag

Leygardagin á Hvítusunnu verður skipað fyri einum virtuellum legubáli á Selatrað, ið verður stroymað beinleiðis umvegis Facebook

Mynd: KFUM skótarnir í Føroyum

Mynd: KFUM skótarnir í Føroyum

2020-04-16 23:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skótaárið hjá KFUM skótunum er av. Tað hevur landsnevndin júst avgjørt.

Í kunningarskrivi, sum Olga Arnfinnsdóttir, skótaovasti hevur sent miðlunum, stendur: 

Tað er við tungum hjarta, at eg boði frá at landsnevndin hevur avgjørt at enda skótaárið 2019/2020 frá í dag av. Hetta fevnir um allt "vanligt" skótaarbeiði. Tað vil siga skótafundir, sum vit kenna teir og skótalegur. Hetta inniber somuleiðis at øll landstiltøk, sosum LPK, Paladin og Úlvalegan eru avlýst.

Vit eru sera takksom fyri tað stóra arbeiðið, ið okkara skótaleiðarar kring landið hava gjørt, nú koronakreppan hevur herjað. Her hugsi eg serliga um tiltakið og merkið Skóti við Hús. Vit heita á leiðarar okkara kring landið, at um orka og áhugi liggur fyri, endiliga at halda fram við hesum arbeiði, tí sjálvt um umstøðurnar ikki loyva okkum at savnast, gevast vit aldrin við at vera skótar.

Leygardagin á Hvítusunnu skipa vit fyri einum virtuellum legubáli á Selatrað, ið verður beinleiðis stroymað yvir Facebook. Øll eru hjartaliga vælkomin at fylgja við, ung sum gomul.

Vónandi fáa vit savnast sum vant til eitt nýtt skótaár 2020/2021.

Eg vil gjarna enda við hesum orðunum hjá Baden-Powell sum kundu ikki verið meira passandi enn beint nú:

One of the first duties of a Scout is obedience to authority. He must obey his orders in the first place and put his own amusement or desires in the second.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder