Innanlands

Skótalið latið peningagávu til børn og ung við sukursjúku

Góvu gott 29.000 til børn og ung við diabetes

2018-10-24 10:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Skótaliði KFUM's lat mánakvøldið helvtina av innkomna peninginum til vælgerandi endamál, ið kom inn í sambandi við stuðulsgonguna sum var annan september í ár. Gingið varð runt Ringvegin í Tórshavn fyri at samla pening inn til altjóða skótalegu komandi summar. 

Tað var mánakvøldið, at Jamboreebólkurin hjá Skótalið KFUM´s handaði diabetestoyminum á Barnadeildini, ið virkar fyri børn og ung við sukursjúku, tað sum verður nevnt diabetes typa 1, ið hevur 23 limir í bólkinum, har børnini eru frá 18 mánaðum til 18 ára gomul, stórfinga gávu.

Bogi Sigurstein, bólkaleiðari, handaði Beintu Joensen, sjúkrarøktafrøðingi kekkin á 29.300 krónur.

- Vit hava savnað pening inn og avgjørdu, at helvtin skuldi latast til vælgerandi endamál. Bæði tí tað er umráðandi fyri okkum foreldur, at skótin er við til at samla pening inn til Jamboree'ina og, at hann lærur at hjálpa øðrum. Valið fall á hendan bólkin, fortelur Súsanna Funding, sum er í foreldranevndini hjá ungu skótunum. 

Skótalógin og lyftið leggur m.a. dent á, at ein skal vera góður borgari, og vera hjálpsamur í samfelagnum.

- Umframt stuðulsgonguna hava vit eisini, vaska á Glasir, tikið eitt hús niður fyri ein bónda, ruddað fyri kommuna, samlað fløskur og gjørt mangt annað, fyri at savna pening inn, sum skal nýtast til Jamboree'ina, sum er ein stór altjóða skótalega, har fleiri túsund skótar møtast frá øllum heiminum, sigur Hjørdis Johannesen, sum er ein av leiðarunum.

Liðið frá KFUM-skótunum er samansett av 18 skótum, og fimm leiðarum.

Stóra skótalegan verður í Amerika í juli 2019, og børnini, sum eru við í bólkinum eru 13 til 17 ára gomul, men tá ið tey fara avstað eru øll yvir 14 ár, sum er eitt krav fyri at luttaka á leguni.

Beinta Joensen, sum til dagligt starvast á diabetes ambulatorium, varð sera rørd fyri gávuna og takkaði fyri. Beinta er sjálv mamma at eini gentu, ið hevur hetta slagið av sukursjúku. Hon fortaldi at Diabetestoymið, sum er til frama fyri børn og ung við diabetes typa 1, arbeiðir við at fyrireika ein hugnardag, sum skal vera í vár fyri øllum limunum og familjum teirra, har tey m.a. kunnu tosa, spæla og eisini læra nógv um diabetes typa 1 frá fakligum inputtum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder