Innanlands

Skotar feldu uppskot um aktiva deyðshjálp

Við 57 atkvøðum fyri og 69 ímóti var eitt søguligt lógaruppskot felt í skotska tjóðartinginum

Kjakið hevur verið heitt um aktiva deyðshjálp í Skotlandi (Mynd: BBC)

Kjakið hevur verið heitt um aktiva deyðshjálp í Skotlandi (Mynd: BBC)

2026-03-18 07:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skotskir politikarar hava felt eitt lógaruppskot um at loyva aktivari deyðshjálp. Og harvið varð ein søgulig lógarbroyting vrakað.

Tað skrivaði skotska tjóðartingið á einum uppslagi á X í gjárkvøldið.

57 tjóðartingslimir atkvøddu fyri uppskotinum, meðan 69 atkvøddu ímóti og ein greiddi ikki atkvøðu.

Lógaruppskotið, sum ein limur í liberaldemokratiska flokkinum legði fram, hevði givið deyðasjúkum vaksnum, ið eru før fyri at taka egnar avgerðir, og sum hava búð í Skotlandi í minst 12 mánaðir, møguleika fyri at enda lívið.

Veljarakanningar vísa, sambært Reuters, at umleið 80 prosent av bretum stuðla aktivari deyðshjálp. Kortini hevur tað víst seg at vera trupult at fáa slíka lóggávu ígjøgnum í Stórabretlandi, skrivar DR.

Í Onglandi og Wales eru líknandi uppskot undir trýsti og í vanda fyri at fella, tí málsviðgerðin er støðgað í Yvirhúsinum.

Keir Starmer, forsætisráðharri, hevur higartil ikki vilja gera sína støðu til kennar í spurninginum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder