2018-10-19 14:28
Skotska løgreglan ávarar borgararnar í Ayrshire um, at ein svartur pantari møguliga gongur leysur í økinum.
Løgreglan hevur í dag fingið fráboðanir um at eitt djór, sum fólk halda er ein pantari, gongur leysur tætt við bygdirnar Drongan og Coalhall í Ayrshire økinum.
Løgreglan heitir á fólk um at verða ansin og ikki at nærkast djórinum. Løgreglan leitar saman við einum djóraserfrøðingi eftir djórinum, sum tey halda er sært. Leitað verður við tyrlu í økinum, skrivar Sky News.
Løgreglan setti seg í samband ið djóraverndina í økinum, men hesi hava ikki tólini til at fanga ein pantara, og vilja tí ikki verða við í royndini at finna og fanga pantaran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald