Tá tað um vegir og tunnlar umræður, so liggur Skotland nakað aftan fyri okkum. Sum skilst er bert ein bilatunnil í Skotlandi yvirhøvur – tað er tunnilin undir ánna Clyde í Glasgow – men nú hava skotar fingið eyguni upp fyri, at tá føroyingar kunnu bora tunlar í hópatali, so eigur tað eisini at kunna lata seg gera í vestara parti av Skotlandi, har firðir og fjøll ofta er ein forðing fyri góðum ferðasambandi.
Eitt nú í økinum beint vestan fyri Glasgow, sum eitur Argyll & Clyde. Tjóðartingslimurin hjá hesum øki eitur Brendan O’Hara, hann er ferðslutalsmaður fyri skotska tjóðveldisflokkin, SNP, í Undirhúsinum í London, og um vikuskiftið var hann í Føroyum og kannaði tunnlar.
Hann kallar túrin ”fascinerandi” nú hann fekk høvi, eitt nú at vitja Eysturoyartunnilin samstundis, sum tey raktu niðjasta punktið, og nú fara undir at bora teir seinastu metrarnar niðan móti Saltnesgrynnuni.
Á føroyatúrinum hevur skotski politikarin hitt umboð fyri landsstýrið, Landsverk, Samferðslumálaráðið og tunnilsfeløgini fyri at fáa eina hylling av, hvat tað krevst, ikki minst fíggjarliga, at gera tunnlar, bæði yvir og undir vatnskorpuni.
Í einum uppslagi á Facebook greiðir hann gjølliga frá umstøðunum í Føroyum, og hvat hann hevur funnið út av, eitt nú at sambært norskum standardum kostar tað 15 milliónir pund pr. kilometur at bora undirsjóvartunnlar, meðan kostnaðurin er um 12,5 milliónir bretsk pund fyri kilometurin fyri vanligar fjallatunnlar.
- Tað eru tunnlar allastaðni í Føroyum og fleiri afturat eru ætlaðir at fara undir í nærmastu framtíð, skrivar hann millum annað.
- Áskoðanin handan tað, sum føroyingar gera, er áhugaverd. Í høvuðsheitum snýr tað seg um at síggja Føroyar sum ein bý; loyva fólki at búgva har tey vilja, hava ta starvsleið tey vilja og liva tann lívsstíl tey vilja og framvegis hava samband við miðøkið og hava sum minst ampa av at gera so.
- Tey leggja dent á, at fólk í smærru býunum og bygdunum ikki hava eina kenslu av, at tey mugu vera í høvuðsstaðnum fyri at koma fram á lívsleið. Landsstýrið ger tí stórar íløgur í at binda fólkið saman, talgilt og fysiskt, so teimum ikki nýtist at flyta til infrakervið og tøknina... landsstýrið kemur til teirra við tí ístaðin, skrivar Brendan O’Hara.
Hann sær stórar møguleikar í vestara parti av Skotlandi, um býirnir verða bundnir tættari saman, tað verið seg við at bora tunnlar gjøgnum fjøll og undir firðir fyri at stytta um koyrileiðirnar.
Ífyrsta lagi ynskir hann sær ein tunnil undir fjallið Ben Vorlich, vestan fyri kenda stóra vatnið Loch Lomond. A83 høvuðsvegurin upp um fjallið, sum førir vestureftir, eitt nú til býin Lochgilphead, sum er umsitingarligur høvuðsbýur í økinum Argyll and Bute, er ofta stongdur fyri ferðslu á vetrartíð orsaka av kava og skalvalopum. Hesin vegurin verður á mannamunni róptur fyri ’Rest & be thankful’ eftir einum útsýnis- og hvíldarplássi á leiðini.
Skotski undirhúslimurin í Norðoyatunnlinum (Mynd av Facebook)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald