Seint í kvøld føroyska tíð trein Donald Trump á pallin til veljarafund í statinum Pennsylvania. Stutt eftir forsetavalevnið byrjaði at tosa fullu skot.
Eitt "sveið" framvið høgra oyranum hjá Trump, og rakti hann partvíst. Á myndum og videoupptøkum sæst blóð við oyra hjá skelkaða 78-ára gamla fyrrverandi forsetanum. Tað ljóðaði sum fleiri skot komu.
Myndir: EPA
Hann fekk síðani bukkað seg undir talarastólin, og tryrgdarfólk vóru skjót kring Trump
Stutt seinni varð republikanska valevni, sum var málskivan, leiddur av staðnum. Fosetavalevnið sást hava nevnan á lofti. Nakrar minuttir seinni staðfestu talsfólk, at Trump fekk skaða, men at hann kortini var tryggur og lutfalsliga hevði tað gott.
Ein bløðandi Donald Trump førdur í bilin við nevnanum hægst (Mynd: EPA)
Tvey deyð - ein í lívsvanda
Tað er ikki staðfest, hvør persónurin, sum skeyt, er. Heldur ikki er greitt, um viðkomandi gjørdi hetta av sínum eintingum, ella um ein størri skipað ætlan var at gera av við Donald Trump.
Forsetin í árunum 2016-2020 skilur vøtnini, og hetta verður kannað sum ein morðroynd móti honum.
Eygnavitni siga við BBC, at ein maður var einsamallur á einum taki við einari rifflu. Secret Service og aðrir varnaðust tó ikki viðkomandi, fyrrenn skotini fullu. Aftaná tóku limir úr Secret Service lívið av skjúttanum.
Brotsgerðarmaðurin er sjálvur deyður, og vegna hansara atgerð er ein annar persónur, sum var til valfundin, deyður. Ein triði er í lívsvanda, skrivar millum annað CNN.
Danska TV2 er ein av mongum atljóða miðlum, sum fylgir gongdini tætt í einum bloggi og dagførir skjótt, um okkurt hendir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald