
Í minsta lagi 20 fólk vórðu særd í einum skottilburði í avstralska býnum Sydney í gjár.
Eitt fólk varð rakt av skotum og varð álvarsliga løstaður, meðan 19 onnur fingu skaðar, tá tey vórðu rakt av m.a. glaspettum í sambandi við hendingina.
Ein 60 ára gamal maður er handtikin í málinum, og løgreglan hevur lagt hald á tvey skotvápn. Løgreglan metir ikki, at hendingin hevði samband við yvirgang ella brotsmannalið.
Mett verður, at maðurin lat upp móti 100 skot av, skriva altjóða miðlar.
Slíkar ehndingar eru óvanligar í Avstralia, har tað síðan 1996 hevur verið ólógligt at hava í varðveitslu sjálvvirkandi ella hálvsjálvvirkandi vápn. Vápanlógin varð herd eftir ein skottilburð í Tasmania, har 35 fólk vórðu dripin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald