Uttanlands

Skottilburður í Toronto

12 persónar vórðu særdir í einum skottilburði í kanadiska býnum í nátt – Leitað verður eftir trimum monnum, sum eru undir illgruna

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2025-03-08 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt okkara tíð vórðu 12 persónar særdir í einum skottilburði  á einum skeinkistaði í kanadiska býnum Toronto.

Seks vórðu særdir av skotum, og løgreglan í Toronto upplýsir ikki, hvussu hinir vórðu særdir, men upplýst verður, at eingin er í lívsvanda. Teir særdu eru í aldrunum frá 20 til miðskeiðis í 50unum.

Løgreglan í Totonto skrivar á X, at tríggir menn eru undir illgruna í málinum, og at leitað framvegis verður eftir teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder