2020-11-26 21:31

Skoytibreytin á Biskopstorgi í Klaksvík lat upp klokkan 15 seinnapartin
Í høvuðsstaðnum hevur ávíst rok staðist av skoytibreyt, har hon var flutt oman í Vágsbotn fyri síðani at verða flutt niðan í Gundadal, á niðara vøll.
Í Klaksvík er føst staðsetingin gjørd til breytina á Biskopstorgi, og skoytibreytin, sum er 380 fermetrar til støddar, lat á fyrsta sinni upp í fjør.
Norðlýsið skrivar at upplatingartíðirnar eru gerandisdagar frá klokkan 15 til 20, leygardag frá klokkan 10 til 20 og sunnudag frá klokkan 15 til 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald