Innanlands

Skriva nú undir sáttmála um Hvalbiartunnilin

Landsverk og Articon skriva í morgin undir sáttmála um nýggjan tunnil til Hvalba

2019-03-13 15:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrapartin í morgin undirskrivar Landsverk arbeiðstakarasáttmála við Samtakið Articon um gerð av nýggjum Hvalbiartunli og tilkoyringarvegum.

Tað boðar Landsverk frá á heimasíðuni.

Síðsta vikuskiftið var kunnandi fundur hildin suðuri í Salt um nýggja Hvalbiartunnilin. Talan var um ein fund, har bæði Landsverk, Articon, hvalbingar, politikkarar og onnur førdu fram síni sjónarmið um nýggju farleiðina til Hvalbiar.

Nú er komið so væl áleiðis millum partarnar í sáttmálasamráðingunum, at sáttmáli verður undirskrivaður á Landsverki fyrrapartin í morgin. Tá fara virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, og Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, at skriva undir arbeiðstakarasáttmálan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder