Løgreglan skovlar pengar inn í sektarkassan í hesum døgum, nú tað er bannað at koyra niðan eftir einum parti av Sundsvegnum í Havn orsaka av arbeiði.
Tað vísir seg, at nógvir bilførarar als ikki virða skeltingina, sum sigur, at tað er einans Bussleiðin, sum sleppur at koyra niðaneftir.
Í gjár stóð løgreglan um middagsleitið í ein tíma og kannaði ferðsluna, og skrásetti 12 bilar, sum ikki aktaðu skeltingina. Hesir bilførarar fáa klipp í kortið umframt eina bót á 1.500 krónur, altso 18.000 krónur í sektarkassan.
Men fýra av besum bilførarum tosaðu eisini i fartelefon, so harvið kom tilsamans 4.000 krónur afturat í sektarkassan.
Í gjárkvøldið rendi ein bilur inn í eini hús í Saltangará, har matstovan Etika heldur til.
Sí myndir á Eysturoyarportalinum
Bilførarin varð fluttur á sjúkrahúsið til viðgerð av smáskaðum, men eisini fyri at taka blóðroynd, tí illgruni var um, at talan var um rúsdrekkakoyring.
Í nátt var løgreglan eisini úti og klipti níggju nummarspjøldur av bilum, sum eru afturút við at rinda veggjald, trygging ella líknandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald