2019-05-21 16:19
Vegna vatnleiðingsarbeiði verða í kvøld skrúva fyri vatninum og vegir stongdir í Runavík.
Skrúvað verður fyri vatninum frá Gyvragjógv til Posthúsið og á Delavegi í kvøld frá kl. 20 og til á midnátt.
Runavíkar kommuna boðar eisini frá, at frá midnátt fram til í morginárini verður Heiðavegur stongdur við handilin hjá Sannu. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Gerðisveg og Leitisveg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald