
Eftir at hava skipað fyri tombolatiltaki í heimbygdini Haraldsundi í gjár hava teir fýra næmingarnir við skúlan í bygdini tryggjað sær eina spennandi ferð til útlandið, Wales í suðurbretlandi.
Skerpikjøt, kjøtpylsa, rullupylsa og mangt annað gott saman við mongum hjálpandi hondum frá bygdafólkinum hava tryggjað, at teir fýra næmingarnir við skúlan nú saman við lærara sínum kunnu seta kós út um bygdagarðarnar móti søguliga partinum av Stórabretlandi, Wales.
Tey hava evnað til lutir av ymsum slag at lata til tombola nú annað árið á rað, og tað hevur so sanniliga givið úrslit, tí tiltøkini fíggja nú forkunnugu uttanlandsferðina, sum byrjar longu í mai mánað, tá flogið verður til Keypmannahavnar, víðari til Hálands fyri loksins at koma til høvuðsstaðin í Wales, Cardiff.
Teir fýra næmingarnir eru Elisabeth Fríða Nybo og Fía Lý Gunnhildardóttir í Kongsstovu úr 5. flokki og Viktoria Klettskarð í Kongsstovu og Andras Gunnhildarson í Kongsstovu úr 3. flokki saman við lærarinnuni Daniu Niclasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald