2018-06-27 18:11
Lærar og næmingar mugu hava tol við handverkarar fara at vera á Glasi, tá skúlagongdin byrjar í august.
Tað sigur Bogi Bech Jensen, skúlastjóri, við útvarpið í dag.
- Skúlin verður ikki heilt liðugur, men tað er ikki nakað sum skuldi órógvað undirvísingina. So skúlin er nóg liðugur til at hann ikki órógvar undirvísingina, sigur skúlastjórin.
Øll hølir, øll økir, sum vit brúka til undirvísing skuldu verið liðug, upplýsir Bogi Bech Jensen.
Arbeiðið at gera Glasir, sum tá bleiv nevndur Marknagilsdepilin, byrjaði í 2013. Sambært Landsverk liggur kostnaðarætlanin á 515 milliónum krónum íroknað innbúgv. Glasir er 19.500 fermetrar til støddar og skal hýsa 1.500 næmingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald