Mentan

Skúlanæmingar í Hoyvík savnaðu 137.088 krónur til Reyða Kross

Næmingarnir hava havt evnisviku, har høvuðsendamálið var at savna pening til neyðstødd børn og ung í Ukraina og Afganistan

(Mynd: Hoyvíkar skúli)

(Mynd: Hoyvíkar skúli)

2022-03-25 16:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Evnisvikan ”Hjálpandi hondin,” hjá Hoyvíkar skúla har høvuðsendamálið var at savna pening til neyðstødd børn og ung í Ukraina og Afganistan, er av.

Skúlin skrivar á heimasíðuni, at næmingarnir arbeiddu hugagóðir fram ímóti stuðulstiltakinum og stuðulsrenningini, sum vóru í endanum av evnisvikuni.

- Vit eru sera glað fyri, at so nógv foreldur, systkin, ommur og abbar og onnur avvarðandi møttu til tiltakið og stuðlaðu næmingunum í teirra arbeiði. Tað var fantastiskt at síggja, hvussu glaðir næmingarnir vóru, tá tey sóu, hvussu væl øll tóku ímóti tiltakinum, sum tey høvdu stáplað upp á beinini.

Tá peningurin fyri stuðulstiltakið og stuðulsrenningina endaliga var taldur upp, kundu næmingarnir í Hoyvíkar skúla lata Reyða Krossi 137.088 kr. Jóannes Ejdesgaard, formaður fyri Reyða Kross í Føroyum, tók ímóti kekkinum til morgunsangin í morgun. Maisól Ísheim Hentze, forkvinna í næmingaráðnum, handaði honum kekkin. Innslagið frá morgunsanginum verður víst í Degi og viku í kvøld. 

Jóannes Eidesgaard, sum er gamal roknilærari, greiddi næmingunum frá, at peningurin, sum næmingarnir hava savnað saman, kann hjálpa 2741 børnum við mati í ein mánað ella tað sum svarar til 82252 børn í ein dag.

Alt tiltakið eydnaðist sera væl, og bæði næmingar og lærarar fingu eina rúgvu burturúr.

- Vit í Hoyvíkar skúla eru, sum altíð, sera errin av okkara røsku næmingum og takka hjartaliga fyri allan stuðul, sum tit hava veitt tiltakinum í sambandi við evnisvikuna. Uttan tykkum lat tað seg ikki gera, sigur Hoyvíkar skúli á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder