Innanlands

Skúlanoktan - ein vaksandi trupulleiki

Í §52 fyrispurningi til Honnu Jensen, landsstýriskvinnu við skúlamálum, vísir Jónleif Johannesen á, at skúlanoktan er ein vaksandi trupulleiki, sum vit eiga at loysa.

2019-03-03 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlanoktan er ein atferð, har barnið ger alt tað, sum tað er ment, fyri at sleppa undan at ganga í skúla, og talan er um eitt afturvendandi mynstur. Í Skúlablaðnum 1/2019 verður hetta viðgjørt, og kemur tað fram, at tað ofta eru onnur viðurskiftir enn skúlin, ið gera, at barnið noktar at fara í skúla. Sagt verður eisini, at skúlanoktan er ein vaksandi trupulleiki, bæði í føroyska fólkaskúlanum og í grannalondum okkara. Trupulleikin er samansettur, men mett verður, at tað eru krøvini í dagsins samfelag, sum eru partur av orsøkini. Nógv av krøvunum eru óskrivað og koma úr øllum ættum, og hjá nógvum elvir tað til strongd. Aðrar orsøkir kunnu, sambært danskari kanning, vera angist, trupulleikar við at hava sosialar relatiónir við onnur børn ella trupulleikar í familjuni. Avleiðingin er, at ófriður kemur á barnið, tá ið tað kemur í skúla. Kanska maktar barnið ikki tað sosiala spælið, tað sleppur sær undan sosialu og fakligu krøvunum í skúlanum og avbyrgir seg – ofta heima framman fyri eini teldu.

- Talan er um eina sera óhepna gongd, sum vit eiga at fyribyrgja. Ein fyribyrgingarleistur er, at lærarar betur skulu duga at gjøgnumskoða eitt fráverumynstur og síggja barnið, sum ikki kemur í skúla. Her eiga førleikastovan og Sernám at vera sterkir viðleikarar. Men trupulleikin er samansettur, so neyðugt er helst at síggja avbjóðingina í einum nógv størri høpi. Skúlin er ein týðandi partur av hesum, og tí seti eg landsstýriskvinnuni í skúlamálum ein fyrispurning um evnið, sigur Jónleif Johannesen í viðmerkingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder