Nýggi bygningurin á Skúlatrøð er størsta einstaka íløga, sum Klaksvíkar kommuna nakrantíð hevur gjørt, og mikukvøldið var opið fyri almenninginum at vitja byggiplássið í samband við Klaksvík í fokus.
Beinta Klakstein, trivnaðarnevndarforkvinna bjóðaði vælkomin, og síðan legði Svend Sivertsen, arkitektur fram tekningar og ætlanir frá verkætlanini, áðrenn hann vísti teimum vitjandi eitt sindur runt í nýggja skúlanum.
Samanlagt verða bygningarnir á Skúlatrøð útivið 11.000 fermetrar til støddar, og er hetta millum størstu skúlar í landinum, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Eftir rundferðina á Skúlatrøð gekk leiðin yvir til Djúpumýru, har framløgur vóru á skránni á loftinum í KÍ-høllini. Fyrst legði Rúni Abrahamsen, arkitektur fram um rennibreytina, sum er eitt stórt og týdningarmikið frambrot fyri frælsan ítrótt og rørslu yvirhøvur í Klaksvík og norðurøkinum. Síðan greiddi Svend Sivertsen frá verkætlanini "Bláa skýlið", sum er týðandi fet móti at fáa stadionumstøður til altjóða skrásettar fótbóltsdystir í Klaksvík.
Eftir hetta greiddi Torkil Mørkøre, leiðari á stadionøkinum hjá Klaksvíkar kommunu frá virkseminum á ítróttarøkinum og serliga í Svimjihøllini, har nýggjur vælverudepil letur upp í næstum. Eftir framløgurnar gekk Torkil sjálvur á odda yvir í Svimjihøllina, har tey vitjandi fingu høvið at síggja spildurnýggja vælverudepilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald