Innanlands

Skuldsett fyri at smugla hassj til Føroya

Tvey ung fólk úr Danmark vórðu tikin, tá tey komu til Føroya við flogfari í gjárkvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-04-06 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvey ung fólk, sum komu til Føroya við flogfari í gjárkvøldið, eru skuldsett fyri at smugla rúsevni til Føroya.

Talan var um tveir danir, sum vóru 20 og 18 ár - ein mann og eina kvinnu, sum høvdu smuglað hassj innvortis.

Tey vórðu steðgðað av tollarunum, løgreglan varð boðsend, og vórðu tey koyrd í skannaran á Landssjúkrahúsinum, sum vísti, at tey høvdu rúsevni innvortis. Skanningin av kvinnuni vísti eisini okkurt annað enn rúsevni, og varð hon tí innlød á Landssjúkrahúsinum í nátt.

Mett verður, at bæði høvdu yvir 80 gram av hassji innvortis, og at tað var ætlað til víðari sølu, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Maðurin og kvinnan vórðu leyslatin aftur seinnapartin og send aftur til Danmarkar. Málið kemur fyri rættin seinni.

Dagførd kl. 15.35

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder