2019-04-23 07:12
Løgreglan handtók um fýra tíðina í morgun tveir ungar mans og skuldsett teir fyri rúsdrekkakoyring eftir eitt ferðsluóhapp í miðbýnum í Havn í nátt.
Óhappið hendi í Magnus Heinasonargøtu. Hóast talan er um ein lítlan vegastubba, so megnaðu dreingirnir at gera stóran skaða á ein parkeraðan bil, tá teir royndi at skora seg millum parkeraðu bilarnar í gøtuni.
Tveri ungir mans vóru í bilinum, og teir eru skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.
- Tað vísir seg at annar teirra hevur koyrt, staðfestir vakthavandi á løgreglustøðini.
Annars hevur verið stak friðarligt annað páskakvøld og -nátt, verður upplýst.
Dagføring - les: Hevði endað inni í húsinum stóð garðurin ikki fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald