Innanlands

Skuldsettur fyri harðskap móti duravørði

Ein duravørður varð sligin í andlitið sunnunáttina

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-16 08:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttina til sunnudagin vóru nógv fólk í býnum, og fekk løgreglan úr at gera í hesum sambandi. Í einum føri er tað endað við skuldseting um harðskap.

Talan er um harðskap móti einum duravørði uttanfyri eitt skeinkistað í miðbýnum í Havn.

Tað var klokkan trý sunnunáttina, at duravørðurin varð sligin í andlitið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Mann hevur fingið fatur á øllum partunum, so tað málið gongur sína gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder