Í morgun hevði løgreglan stongt økið millum Landsbókasavnið og málingahandilin í J. C. Svabosgøtu í Havn, og heitt varð á fólk um at halda seg burtur, meðan løgreglan kannaði eitt mál.
Løgreglan sigur nú, at tað snúði seg um eitt mál um húsaófrið, sum tey fingu boð um beint fyri klokkan 9 í morgun. Talan var um ein mann, sum var vorðin rættiliga illur, og støðan gjørdist ógvuslig.
Enn fáa tey ikki sagt so nógv um málið, men av trygdarávum byrgdi løgreglan alt økið av.
- Vit vistu ikki, hvat maðurin hevði inni hjá sær, tí byrgdu vit økið av, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn við Portalin.
Sambært in.fo, vóru tvey fólk í húsunum, og tað var ein teirra, ið boðaði løgregluni frá.
Tað vísti seg tó, at viðkomandi í hvussu er ikki hevði nøkur skotvápn.
Maðurin varð handtikin stutt fyri klokkan 11, og skal hann fyri rættin í morgin. Hann er skuldsettur fyri hóttanir og harðskapsroynd móti løgregluni.
Vaktleiðarin leggur afturat, at eingin fekk nakran álvarsligan skaða, og at vegastrekkið frá Landsbókasavninum til málingahandlin á J.C. Svabosgøtu nú er opið aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald